Kom í læru í Sølubúðini/Goymsluni á MEST í Havn

Hevur tú hug at koma í læru sum sølu- og goymslufólk á MEST í Tórshavn?
MEST er eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum spennandi avbjóðingum. Tú fært nógvar góðar starvsfelagar, sum starvast innan ymisk økir.

 

Um læruplássið
Tú fært eina miðvísa upplæring innan ymisk økir í okkara virksemi og kemur á skúlabonk ein part av tíðarskeiðnum í Danmark. Í lærutíðini leggja vit okkum eftir at geva eina upplæring í okkara vørum, tilfari, kundarøkt og goymslu.
Tú kemur at starvast í okkara sølubúð og goymslu í Tórshavn. Okkara goymsla er tann størsta í landinum við yvir 35.000 vørunumrum.

 

Vit ynskja, at tú hevur miðnámsútbúgving, FHS og at tú:
  • ert opin og hevur lætt við at samskifta
  • hevur góðan teldu- og talførleika
  • ert framfýsin og ágrýtin
  • hevur áhuga í mekaniskum og el-lutum
  • hevur góðan hug at selja

MEST hevur sølubúðir/goymslur í Tórshavn, á Skála og í Runavík. Í lærutíðini kanst tú koma at starvast á teimum ymsu sølubúðunum/goymslunum í fyritøkuni.

 

Vit bjóða
Tú fært eitt lærupláss sum logistikkatstøðingur í eini av landsins størstu vinnufyritøkum, har tú fært
møguleika at starvast í einum spennandi og nýskapandi umhvørvi.

 

Tú fært gott innlit í maritima virksemið og kemur at veita tænastur til kundar á
sjógvi og landi. MEST er í eini tilgongd, har virksemi í sølubúðunum verður
raðfest hægri.

 

Sum sølufólk kemur tú at avgreiða viðskiftafólk í sølubúðunum/goymslunum
umframt at gera sølufremjandi arbeiði eins og góður møguleiki er fyri føstum
starvi eftir lokna útbúgving.

 

Um spurningar eru kann ringjast til Eirik Joensen tlf. +298 79 11 77.

 

sok_her.png

 

Í seinasta lagi 14 juni 2021, at byrja skjótast til ber.