Tíðindaskriv 31 januar 2018

MEST undirskrivað sáttmála við skipasmiðjuna Western Baltija Shipyard í Litava um bygging av skrokkinum til nýggja føroyska havrannsóknarskipið

Sáttmáli var í dag undirskrivaður í býnum Klaipėda í Litava um bygging av skrokkinum til nýggja havrannsóknarskipið. Talan er um eina skipasmiðju við drúgvum royndum, sum hevur veitt skrokkar til skipasmiðjur í millum annað Noregi, Danmark og Týsland í mong ár.

20180131_161612_custom.jpg

“Valið fall á júst Western Baltija skipasmiðjuna tí at góðska, umstøður og annað talaðu fyri tí”, sigur stjórin á MEST, Mouritz Mohr, í stuttari viðmerking úr Litava.

Tað er Føroya Landsstýri, sum hevur gjørt sáttmála við MEST um at byggja skipið.

Skrokkurin verður væntandi liðugur á sumri 2019. Tá kemur skrokkurin inn á MEST á Skála har skipið verður gjørt liðugt. Skipið skal verða liðugt á sumri 2020.