Starvsfólk til kantinuna á MEST í Tórshavn

MEST søkir eftir einum starvsfólki at standa fyri kantinuni á MEST í Tórshavn.

Í sambandi við at verandi høvuðskantina verður dagførd og sett í stand, er avgjørt at seta eitt starvsfólk at leiða kantinuna á MEST í Tórshavn. 

Um starvið

Talan er um eitt starv á 30-40 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri niðursettari arbeiðstíð.  Starvið verður sett 15. januar 2018. Ein annar møguleiki er, at tvey starvsfólk møguliga koma at býtast um starvið – og at hesi leggja arbeiðið til rættis sínámillum.

Arbeiðsuppgávurnar

Starvsfólkið í køkinum kemur í høvuðsheitum at standa fyri kantinutilboðnum til starvsfólki á MEST. Tað er at matgera morgunmat og miðmála dagliga.

Sum starvsfólk kemur tú at standa fyri matgerð, innkeypi og reingerð og at tryggja, at køkurin á MEST verður væl skipaður. Reingerð fevnir um kantinu, gongd og vesi. Umleið 120 starvsfólk arbeiða á MEST í Tórshavn.

Starvsfólkið skal mynda kantinuna, leiða og ganga á odda fyri at tryggja trivnað á økinum. Í gerandisdegnum merkir tað, at starvsfólk, sum arbeiða á MEST, fáa góða tænastu frá kantinuni.

Førleikar

Vit hugsa okkum, at rætti umsøkjarin hevur áhugað í at standa fyri eini kantinu. Tú er álítandi og ábyrgdararfull/ur, ert røkin, fyrikomandi og arbeiðsom/samur. Tú hevur áhuga í, at maturin er góður, fjølbroyttur  og vælsmakkandi. Starvið krevur, at tú dugir at skipa dagin sjálvstøðugt. 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanar- og lønarviðurskifti verða avtalaði okkara millum í mun til starvið.

Umsókn

Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til mm@mest.fo ella til P/F MEST, J.C. Svabosgøta 31, Postsmoga 65, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal "umsókn køkurin”

Freist

Umsóknir skulu vera MEST í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. november 2017 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Mouritz Mohr, stjóra á telefon 791130.