Sølubúðir stongdar á MEST fram til 30 mars

Fyri at minka um smittuvandan av Covid-19 virus, hava vit valt at gera okkara fyri at fylgja almennum tilmælum, og steingja okkara Sølubúðir og Goymslur í Havn, á Skála og í Runavik fyri viðskiftafólkum. Hetta er fyribils galdandi til 30. Mars.

Men vit hava enn opið og gera vit alt, sum vit kunnu, fyri at halda virksemið koyrandi sum vanligt. Í løtuni eru vit ikki skerd, og kunnu halda avtalur um veitingartíðir.

 

Avgreiðslan opin umvegis telefon og teldupost

Allir kundar kunnu blíva avgreiddir umvegis telefon og teldupost á hesum støðum:

Umvegis teldupost: sales@mest.fo

Umvegis telefon:

MEST Tórshavn 611150 ella eftir arbeiðstíð á 791100

MEST Skála 611170 ella eftir arbeiðstíð á 791222

MEST Runavík 611190 ella eftir arbeiðstíð á 791222

Eftir avtalu kunnu kundar heinta teirra vørur uttanfyri handilin. Vøruútkoyring verður avmarkað á tann hátt, at okkara bilførarar ikki koma í samband við onnur uttanifrá.

P/F MEST