Sølubúðir og goymslur lata upp aftur

Mánadagin 20 apríl lata sølubúðir og goymslur okkara upp aftur sum vanligt.

Herfyri valdi MEST at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum og steingja sølubúðirnar. Nú myndugleikarnir spakuliga lata upp fyri, at samfelagshjólini skulu í gongd aftur, letur MEST upp aftur. Í hesum sambandi er sum kunnugt umráðandi, at vit framvegis fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um at halda frástøðu og at hava gott handreinføri. Vit hava lagt frámerki á gólvini í handlunum og vilja heita á fólk um at halda frástøðu inni í handlinum.

 

Tað ber framvegis til at bíleggja vøru umvegis sales@mest.fo ella umvegis telefon á:

MEST Tórshavn 611150 ella eftir arbeiðstíð á 791100

MEST Skála 611170 ella eftir arbeiðstíð á 791222

MEST Runavík 611190 ella eftir arbeiðstíð á 791222

Eftir avtalu kunnu kundar heinta teirra vørur uttanfyri handilin. Vøruútkoyring verður avmarkað á tann hátt, at okkara bilførarar ikki koma í samband við onnur uttanifrá.

 

P/F MEST