Skera fyrsta stálið til Tvíkiljurnar á MEST

Tíðindaskriv:
 
Føroyskt samstarv um tvíkiljar
 
Í dag fór MEST undir arbeiðið at byggja tvær 15x8 metra stórar tvíkiljur til Bakkafrost. Tað
hendi við eina hátíðarløtu í byggihøllini hjá MEST í Havn, tá Oddvald Olsen, deildarleiðari fyri
alingini hjá Bakkafrost, trýsti á startknøttin til automatiska skeraran, ið sker stálið til
tvíkiljurnar, sum verða nýbygningar nummar 109 og 110 frá MEST.
Sáttmálin til tvíkiljurnar varð undirskrivaður í mai mánaði.
 
‐ Vit fegnast um at hava fingið loyvi til at gera hesa uppgávuna fyri Bakkafrost. Tað er altíð ein
stórur dagur tá byrja verður uppá eina nýggja verkætlan, og so er eisini í dag, , segði Mouritz
Mohr, stjóri í MEST áðrenn farið varð undir at skera stálið.
 
‐ Tað hevur verið ein spennandi uppgáva at sniðgeva tvíkiljurnar, og hava vit, saman við
Bakkafrost lagt okkum eftir at finna fram til besta sniðið, tillaga føroysku viðurskiftunum.
Talan skal vera um eitt gott og brúkiligt arbeiðspláss, og so leggja vit eisini dent, at tað skal
vera eitt sindur fyri eygað, legði Mouritz Mohr afturat.
 
Oddvald Olsen hjá Bakkafrost sigur, at fyri tey hevur tað í tilgongdini havt týdning at hava
skip, sum eru góð at arbeiða á, og tí vóru serlig krøv sett til lyftimegina, og at dekksplássið er
gott. Onnur tvíkiljan skal brúkast í norðurøkinum hjá Bakkafrost, hin í vesturøkinum.
Tvíkiljurnar fáa ein 450 hesta Scania motor ísettan. Kranin verður av slagnum Melcal við ein
lyftimegi upp á 65 tons/meturin.
 
Fyrra tvíkiljan skal latast Bakkafrost síðst í januar 2017, og tann seinna ein mánaða seinni.
MEST hevur frá byrjan lagt stóran dent á at alt arbeiðið verður gjørt í Føroyum, eisini
skrokkurin, og so verður tað við hesum tvíkiljunum.