Seinna tvíkiljan handað Bakkfrost

Seinna tvíkiljan handað Bakkfrost leygardagin

Nógv fólk vóru savnaði á Vestaru Bryggju í dag tá tvíkilja nummar tvey varð handað Bakkafrost í dag. Talan er um tvíkiljuna “Toftanes”, sum í gerandisdegnum fer at virka úr Fuglafirði.

Talan er um eina systur tvíkilju til “Miðvík”, sum var latin fyri sløkum mánaði síðani. Eini 150 fólk høvdu leitað sær oman á maskinverkstaðin hjá Mest í Havn, har skipað var fyri lítlari samkomu á middegi – har millum annað kórið Experiment undirhelt. Oddvald Olsen, sum er deildarleiðari á Bakkafrosti, tók ímóti tvikiljuni.

Arbeiðið uppá tvíkiljuna byrjaði í september í 2016, og arbeiðið varð gjørt til avtalaða tið – eitt hálvt ár seinni. Toftanes er 15,34 metrar til longdar og 8 metrar breið, og kemur at virka út frá Fuglafiði.

Á samkomuni í dag vóru talur frá stjóranum á MEST, Oddvaldi Olsen og Regini Jacobsen. Stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, nevndi, at føroyskar fyritøkur fáa slíkar uppgávur tá tær eru kappingarførar bæði hvat viðvíkur prísinum og ikki minst góðskuni.

Bakkafrost hevur gjørt avtalu við MEST um tvær tvíkiljur afturat seinni í ár.