Sannlíkt tað mest ljóðleysa skipið í heiminum

Nýggja havrannsóknarskipið doypt á MEST á Skála í dag

Nýggja havrannsóknarskipið, sum hevur fingið navnið Jákup Sverri, varð doypt á samkomu á MEST á Skála í dag. Talan er um eitt sera framkomið skip, sum er útgjørt til bæði at gera kanningar av havumhvørvinum, fiskastovnum og at gera seismiskar kanningar av havbotninum. Skipið er sannlíkt tað mest ljóðleysa skipið í heiminum – sambært viðurkendum kanningarúrslitum.

Skipið skuldi ætlandi handast í summar, men vegna Korona, og aðrar umstøður, verður skipið handað nú í heyst. Umframt Korona varð arbeiðið uppá skrokkin í Litava seinkað nakað eins og sleipið til Føroyar var darvað av vánaligum veðri.

Skipið verður handað til Føroya Landsstýrið til avtalaðan prís.

Síðani skrokkurin kom til Føroyar í september í fjør hava umleið 80 starvsfólk arbeitt umborð við at fáa skipið gjørt liðugt.

Eitt vælútgjørt skip Skipið er 54 metrar langt og 13,6 metrar breitt. Skipið hevur eina góða motororku og kann hava eina ferð uppá í mesta lagi 15 míl. Víddin umborð er umleið dupult so stór í fermetrum sum á verandi havrannsóknarskipi Magnusi Heinasyni. Tað eru íalt 19 manningarrúm umborð við 13 einkultkømurum og 6 dupultkømurum, umframt sjúkrastovu við 2 sengrum.

Skipið er bygt eftir sokallaða Silent R klassanum, so tað líkur øll krøv til at verða so ljóðleyst sum gjørligt út í sjógvin. Óljóð órógvar jú sum kunnugt fiskin, og tí var umráðandi at seta sjóneykuna á eitt skip, sum uppfyllir øll ljóðkrøv. Skrokkurin, sniðið, skrúvan, motorar og øll útgerð er samansett soleiðis, at tað gevur minst møguligt óljóð út í sjógvin. Skipið er útgjørt við nýggjastu og mest framkomnu tólunum til arbeiði hjá einum framkomnum havrannsóknarskipi.

Skipið er eisini útgjørt við einum serligum søkkikjøli, sum er ein kjølur, sum kann lorast 3 metrar undan kjølinum. Hetta er gjørt til tess at gera so neyvar kanningar sum gjørligt og betra um kanningarúrslitini.

Umframt at gera kanningar av havumhvørvinum er skipið eisini gjørt út til at gera seismiskar kanningar.

Bróðurparturin av arbeiðinum í Føroyum Í byrjanini av september í fjør yvirtók MEST skrokkin í Litava, har skipasmiðjan WBS hevði gjørt skrokkin. Arbeiði at smíða skrokkin tók gott og væl eitt ár og fylgdu serfrøðingar frá MEST alla tíðini neyvt arbeiðinum í Litava. Samstarvið hilnaðist heilt væl og vóru báðir partar nøgdir tá ið skrokkurin bleiv sleipaður til Føroyar í september í 2019.

 

Seinasta árið hava umleið 80 starvsfólk arbeitt umborð við at fáa skipið gjørt liðugt á MEST á Skála. Talan hevur verið um einar 10-15 ymiskar undirveitarar, umframt fólk frá MEST, sum hevur staðið fyri byggingini. Í handverkaratímum er umleið 1/3 av byggingini farin fram í Litava og 2/3 í Føroyum.

Føroyskar skipasmiðjur góðar førleikar At Føroya Landsstýrið valdi at gera arbeiði í Føroyum á MEST hevur víst seg at vera ein góð avgerð. MEST vann í kapping við aðrar skipasmiðjur og hevur staðið royndina. Samstarvið millum kundan, Havstovuna, og MEST, sum hevur staðið fyri verkætlanini, hevur roynst serliga væl.

Hetta vísir, at vit í Føroyum duga at standa fyri slíkum verkætlanum – um vinnan fær slíkar møguleikar.

 

Vinaliga

P/F MEST