Samson skal gera Føroyar tryggari

Føroyar eru vornar ríkari - á sjónum. Tíðliga í morgun kom farmaskip longu leiðina úr Persaraflógvanum til Havnar við einum eftir okkara viðurskiftum risastórum sleipibáti. Samson, sum báturin fer at eita, hevur fyritøkan MEST keyp at brúka til sínar mongu tænastur og fer hann eisini at fáa stóran týdning fyri føroyska tilbúgving á sjónum umframt at kunna fáa fleiri stór skip, sum higartil ikki hava torað, til Føroya. Tann avmarkaða sleipniorkan í landinum ger, at ikki øll størri skip tað veri seg cruiseskip, tangaskip oo. vilja koma í føroyskan sjógv ella til bryggju. Tey kenna seg rætt og slætt ikki nóg trygg, skuldi okkurt óvæntað hent.Við keypinum av hesum sleipibátinum verður hetta øðrvísi og fyri MEST fer tað at vera nógv meira arbeiðsligt. Og fyri Føroya land kann henda íløgan gerast sera hent, ikki minst tá hugsað verður um at gera Føroyar til ein maritiman tænastudepil. Við keypinum av Samson er enn eitt týðandi stig tikið á hesi leið.

Oljan.fo var tilsteðar, tá farmaskið við sleipibátinum umborð, legði til bryggju í Havn í morgun. Seinnapartin varð sleipibáturin flotaður og tóku hinir báðir sleipibátarnir hjá MEST, Pressarin og Skúmarin ímóti. Lesið eisini samrøðu við stjóran í MEST, Mouritz Mohr í seinni grein.

 

kelda:oljan.fo