Samson skal gagna øllum Føroyum

Loksins kom hann – nýggi sleipibáturin hjá MEST, sum skal kunna nøkta tørvin hjá bæði føroyskum og útlendskum reiðaríum og fyritøkum, ið brúka føroyskar havnir og eru í føroyskum sjógvi. Sleiparin, sum í næstum fer at broyta sítt arabiska navn til “Samson”, kom á Havnina í gjár eftir longu ferðina úr Persaraflógvanum í Miðeystri, har hann hevur verið í brúki í fleiri ár. Hann er í so mikið góðum standi og so mikið væl hóskandi til føroysk viðurskifti, at MEST gjørdi av at ogna sær bátin.

Umframt at hann skal brúkast í arbeiðinum hjá MEST, er sleipibáturin ætlaður til tænastuveitingar til føroyskar fyritøkur, havnir og skip eins væl og til útlendsk reiðarí og skip.

Talan er um nógv tann størsta sleiparan, sum kann veita tænastur til vinnuna í Føroyum. Togmegin á nýggja sleipibátinum er umleið tríggjar ferð togmegina á verandi sleiparum í Føroyum – umleið 40 tons. Nýggi sleiparin er 26 metrar langur og 8 metrar breiður og egnaður til at arbeiða í øllum veðri. Báturin hevur stóra hekkurullu, dekskrana og harumframt stórt deksspæl, sum kann brúkast í sambandi við ymiskar avbjóðandi uppgávur.

 

Umframt at vera loðs- og sleipibátur er nýggi sleiparin eisini væl útgjørdur til bjargingaruppgávur, og kann verða viðvirkandi partur av tilbúgvingini og hevur millum annað tvær FIFI (Firefigthing) vatnkanónir á stýrihústakinum.

 

MEST hevur veitt loðs- og sleipitænastur síðani 1975, tá ið ”Skúmarin” varð bygdur.

 

Seinastu árini hava kundar og vinnan sum heild gjørt vart við tørvin á størri sleipibáti. ”Vit eru sera nøgd við, at tað er eydnast okkum at fáa ein sleipibát, sum lýkur øll okkara krøv til ein sleipara á okkara farleiðum”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST. Samson kemur at virka kring Føroyar, har tørvur er á honum.

 

Størri og størri krøv

Tað er greitt, at krøvini til sleipiorku verða størri og størri, kundarnir seta størri krøv.

“Vit hava í mong ár fingið at vita, at sleipiorkan í Føroyum er ov lítil, og at fleiri størri skip tí ikki hætta sær at koma til Føroya. Dømi eru um skip, sum kundu hugsað sær at bunkra í Føroyum, vilja ikki koma at landi, tí sleipiorkan her er ov lítil.”

MEST hevur tosað við fleiri reiðarí og havnir, sum siga, at henda støddin á sleipibáti fyritøkan hevur keypt, er tað kundarnir ynskja.

“Taka vit t.d. tangabátin “Maersk Edgar”, sum kom inn á Skálafjørðin í 2014, so kravdi hann í veruleikanum tveir sleipibátar av hesum slagnum, sum MEST nú hevur ognað sær. Men teir vóru ikki til tá og hevur skiparin tá gjørt sína meting út frá góða veðrinum, at tað var í lagi at leggja at kortini.”

Mouritz Mohr væntar og vónar, at henda nýggja íløgan í ein størri sleipibát fer at verða góð ikki einans fyri MEST men fyri alt Føroya land. Kann hon so eisini gera, at fleiri størri skip fara at koma til Føroya, so er eisini nógv vunnið við tí.

Størri skip innan eitt nú ferða-, fiski- olju- og flutningsvinnuna kunnu framyvir í nógv størri mun koma til og frá bryggju í Føroyum. Nýggi sleiparin hjá MEST, sum hevur munandi størri togmegi enn verandi sleiparar í landinum, kann nevniliga í stóran mun nøkta tørvin hjá størri skipum .

 

Her eiga vit eisini at hava í huganum ta spennandi verkætlanina, sum bæði vinnan og myndugleikarnir arbeiða við, nevniliga at gera Føroyar til ein maritiman tilfeingisdepil. Tvs. at roynt verður at fáa útlendsk reiðarí at lata síni skip, sum sigla tvørtur um Atlantshav ella til og frá Arktis, at leggja leiðina inn í føroyska havn at keypa vørur og tænastur.

 

kelda:oljan.fo