Samson á síni fyrstu uppgávu

Í samband við, at týska ferðamannaskipið “Mein Schiff 4” kom á Havnina í mjørkanum í morgun fekk nýggi sleiparin hjá MEST “Samson” sína fyrstu uppgávu. “Mein Schiff 4” er eitt av teimum stóru ferðamannaskipunum. BT er  99.500, skipið er 293 metrar til longdar og  35 metrar breitt.