“Samson” á Fuglafirði í gjár

Sleiparin hjá MEST “Samson” vitjaði Fuglafjørð hósdagin. Borgarstjórin, Havnameistarin og umboð frá Effo og Havsbrún vóru umborð og vitjaðu. Menn vóru á einum máli um, at tað leingi hevur verið tørvur á einum størri sleipara – stutt og greitt tí kundarnir hava tørv á tí.

Við eini stødd á 26 metrar longd og 8 metrar breidd og eini togmegi á 39 tons kann Samson hava stóran týdning fyri menningini í Fuglafjarðar Havn og øðrum havnum kring landi. Størri skip kunnu nú hava møguleikan fyri at koma at bryggju.

Sum myndirnar vísa er Samson eisini vælegnað til at verða við í tilbúgving Føroya við vatnkanónum og einum sterku spæli. Eisini hevur hann bummar, sum røkka einar 10 metrar út frá skipinum á hvørjari síðu og sum kunnu brúkast í samband við oljudálkingar, verður sagt á MEST.