Samson - ein væl útgjørdur sleipibátur

Sleipibáturin Samson, sum skipasmiðjan MEST eigur, liggur í løtuni í Klaksvík, og her skal hann røkja ymiskar uppgávur meðan Ziska er á sleipistøð.

Samson er ein stórur og væl útgjørdur bátur. Hann er 26 metrar langur og 8 metrar breiður. Við eini maskinorku á 2 x 1.400 hestar hevur hann eina togmegi á 39 tons.

”Nógv av størru útlendsku reiðaríðunum krevja stórar sleipibátar. Tey siga 40 tons og helst tveir av teimum,” sigur Richard M. Mortensen, sølu- og marknaðarleiðari á MEST. Hann og skiparin Sigmund Norðfoss og maskinmeistarin Mourits Joensen vísa runt, tá Norðlýsið vitjar umborð í morgun.

Báturin er bygdur í 1999 í Hollandi, og hann varð brúktur í Dubai, tá MEST keypti hann fyri sløkum ári síðani.

”Vit hugdu eftir honum og sóu, at hann var í góðum standi, so hetta var báturin, ið vit høvdu brúk fyri,” sigur Richard. ”Men síðani hava vit brúkt nógva tíð til at fáa ymiskar snøklar uppá pláss,” sigur hann.

Bátar í hesi støddini skulu nevniliga lúka nógv fleiri krøv enn smærru bátarnir.

”Vit kunnu í løtuni sigla út á 70 fjórðingar, og jú longur út vit skulu, strangari eru krøvini,” sigur Sigmund, og Richard leggur afturat: ”Ætlanin hjá okkum er at bjóða okkum at sleipa millum lond. - Vit hava fingið fleiri fyrispurningar um tað.”

Væl útgjørdur

Umframt at vera sleipibátur er Samson eisini væl útgjørdur til arbeiði í sambandi við tilbúgving.

Báturin hevur tvær vatnkanónir og eitt sterkt spæl. Eisini hevur hann bummar, sum røkka einar 10 metrar út frá skipinum at brúka í sambandi við oljudálkingar.

”Bummarnir kunnu spreiða kemikaliir yvir oljuna, og vit hava eisini dysir á gelendaranum runt um alt skipið, sum skapa toku, so vit kunnu sigla nær eldi. Tað heldur bátin kaldan,” sigur Sigmund.

Við Samsoni eru tveir maskinmenn sum skiftast um at vera við (eina viku hvørja ferð), og dekkarar eru við eftir tørvi. Sigmund Norðfoss er einasti skiparin.

 

MEST hevur veitt loðs- og sleipitænastur síðani 1975, tá ”Skúmarin” varð bygdur. Hann verður í dag mest brúktur sum arbeiðsbátur á MEST, meðan Samson og Pressarin (sum hevur 12 tons togmegi), verða nýttir til sleipitænastur o.a.

 

Kelda http://nordlysid.fo/