Samráðast við Mest um havrannsóknarskipið

Fiskimálaráðið er komið fram á, at norska skipasmiðjan Simek ikki lýkur spesifikasjónskrøvini, ið vórðu sett til byggingina av nýggja havrannsóknarskipinum. Tí er Fiskimálaráðið nú farið undir samráðingar við føroysku skipasmiðjuna Mest um at byggja skipið.
 
Tá tilboðini vórðu latin upp í desember vísti tað seg, at tilboðið hjá Simek upp á 212 milliónir krónur var meira enn 50 milliónir krónur bíligari enn hinar báðar skipasmiðjurnar, sum lótu tilboð inn. Mest kundi gera arbeiðið fyri 264 milliónir og norska Vard í Ålesund fyri 267 milliónir.
 
Fiskimálaráðið boðar í dag í tíðindaskrivi frá, at Simek nú hevur boðað frá, at um øll krøvini í spesifikatiónunum skulu uppfyllast, fer tað at hava við sær ”týðadi meirkostna”, og at tilboðsprísurin tí ikki longur stendur við.
 
Bygginevndin hevur tí mælt landsstýrismanninum til at fara undir samráðingar við næsta tilboðsgeva í staðin, sum er Mest. Samráðingarnar við føroysku skipasmiðnuna eru treytaðar av, at Løgtingið er sinnað at hækka játtanina í verklagslógini úr teimum upprunaligu 215 milliónum krrónum, tí tilboðið frá Mest ljóðaði upp á 264,1 milliónir krónur.
 
Málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið undirtøku fyri at bera uppskot í Løgtingið um at hækka játtanina í verklagslógini.
 
Landsstýrismaðurin fegnast um, at føroyskar skipasmiðjur eru kappingarførar við skipasmiðjur í grannalondunum. Hann fegnast eisini um, at loksins verður eitt nýtt havrannsóknarskip bygt, sum kann avloysa Magnus Heinason, ið hevur tænt fyri seg. Nýggja skipið verður minni enn havrannsóknarskip vanliga eru, men er tøkniliga á støði við skipini, sum grannalond okkara brúka til havrannsóknir.
 
Málið hevur alla tíðina verið, at nýggja skipið ikki skal vera dýrari at reka enn Magnus Heinason. Hetta mál er rokkið. Nýggja skipið kemur at hava sama manningartal, og við somu sigliferð brennir nýggja skipið væl minni enn Magnus Heinason, hóast skipið hevur væl størri motororku.
 
Kelda:portal.fo