Russiska Melkart2 á MEST í hesum Korona tíðum

Seinastu vikurnar hevur Melkart2 úr Murmansk verið til ymiskt umvælingararbeiði á MEST. Í fyrst atløgu við bryggjuna og síðani á beding. Talan hevur verið um umfatandi klassingararbeiði og hevur skipið til síðst fingið yvirflatuviðgerð og broytt lit.

Umleið 30 mans eru við skipinum og hava alla tíðuna búðleikast umborð - og hildið korona tilmælini um ikki at fara av skipasmiðjuøkinum.

Sum tað sæst hevur skipið broytt lit frá reyðum og til sterkan bláan lit, sum er liturin hjá russiska reiðarínum.