Roknskaparleiðari til MEST samtakið

ARBEIÐSØKI

Sum roknskaparleiðari hevur tú ábyrgdina av fyrisitingini og vísir til fíggjarstjóran. Tú hevur tætt samskifti við starvsfólk runt í fyritøkuni og við kundar. Roknskaparleiðarin hevur ábyrgdina av:
  • Dagliga bókhaldinum, herundir m.a.
    - Lønum og avrokningum
    - Uppgerð av sakum
    - Skuldarum og ognarum
    - Avstemmingum
  • At gera mannagongdir fyri øki og tryggja at hesar vera fyldar
  • At kunna starvsfelagar um fíggjar- og roknskaparskipanini og framhaldandi útvikling av skipanini
  • Tíðarskeiðsroknskapum og ársroknskapinum og øðrum fíggjarligum uppgerðum
    - Samanhalda tíðarskeiðsroknskapir við rakstrarætlan

TÍN VANGAMYND

Tú hevur hóskandi útbúgving innan roknskap og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú hevur hollan kunnleika til bókhald og roknskap, tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt sinnalag og dugir væl at arbeiða saman við øðrum. Tú ert nærlagdur og er vanur at halda tíðfreistir.

Tú hevur góðar tøkni førleika, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Navision fíggjar- og roknskapar skipanini.
 

Starvið, løn og setanartreytir

Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.
 

Meira at vita

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bartal Kass, fíggjarstjóra, tlf. 791131.

Umsókn

Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 18. juni 2018 og sendast umvegis teldupost til: bartal.kass@mest.fo

MEST er størsta skipasmiðusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Yvir 300 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir.

MEST – J.C. Svabosgøta 31, Postboks 65, 100 Tórshavn – Tel.: 301100 – www.mest.fo