Roknskaparfólk til MEST

Arbeiði:

MEST søkir eftir roknskaparfólki at røkja dagligt fíggjarbókhald, herundir skuldara- og ognara­bókhald, kontering, bóking, avstemmanir v.m.  Starvið fevnir eisini um aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur.

Roknskaparskipanin NAV verður brúkt.

Tín vangamynd:

  • Vit vænta at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir á roknskaparøkinum.
  • Hevur starvast innan bókhald í nøkur ár.
  • Hevur góðan kunnleika til roknskaparskipanir (royndir við NAV er ein fyrimunur).
  • Hevur góðar telduførleikar, m.a. til excel.

Vit ynskja, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert eitt jaligt, arbeiðssamt og nærlagt starvsfólk, og ikki minst, at tú hevur góð samstarvsevni samstundis sum tú fært tingini avgreidd.

Setanarviðurskifti:

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast tilber og lønin verður ásett eftir avtalu.  Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn, á Skála ella í Runavík.

Umsókn:

Umsóknir við avritum av prógvum og CV, skulu sendast til fdo@mest.fo.  Umsóknarfreistin er 20. november 2017.

Fleiri upplýsingar:

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Finngerð Djurhuus Olsen, roknskaparleiðara á telefon 791122 ella umvegis teldupost fdo@mest.fo.

 

Um MEST
MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni serliga í Noregi. Felagið hevur nýmótans verkstaðir, stóra goymslu við sølu og framkomna tekni- og verkfrøðingastovu. Um 300 starvsfólk eru í starvi í MEST-samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.