Pressarin nógvar og ymiskar uppgávur

Pressarin, hjá Skipasmiðjuni Mest í Havn, hevur bæði nógvar og ymiskar uppgávur.

Hann sleipar skip, aliringar og annað. Hann siglir við losi, siglir eftir sjúkum sjófólki og trýstir skip til og frá bryggju.

- Vit eru altíð klárir til arbeiðis- sigur maningin á Pressaranum við sjómanstrúboðaran.
Hann vitjaði umborð í morgun tá teir vóru á Skála og sleipaðu Vesturleika út úr dokkini og til bryggju.

Pressarin sleipar javnan skip úr dokkini. Tað eru skip sum ikki hava bógskrúvir ella skip har menn arbeiða uppá høvuðsmotorin ella uppá bógvskrúvirnar. Nótaskip, sum kunnu nýta høvuðsmotorin klára væl út sjálvi, tí tey hava góðar bógvskrúvir.

Pressarin er bygdur á Skipasmiðjini í Havn í 1996 og hevur tveir motorar á 350 hestar hvør.
Tvær manningar á tveir mans eru knýttir at honum og teir hava tilkallivakt allar tímarnar í samdøgninum.

Pískarin, lítli sleiparin hjá Mest á Skála, hjálpti til at fáa Vesturleika til bryggju.

Mest hevur fyri stuttum ognað sær nýggjan og størri sleipara afturat Pressaranum. Hann er tikin upp á beding í Havn og verður nú gjørdur klárur.

kelda:portal.fo