Ora Tank í dokk á Skála.

Skipið var statt í Reykjavík, tá tað var staðfest, at skipið hevði brúk fyri bráðfeingis hjálp.

Heitt var á MEST um at gera arbeiðið.

Skipið kom á Skála hóskvøldið 07 apríl har fólk frá MEST og 2 serfrøðingar úr Týsklandi stóðu klárir, at fara til verka.

Fríggjamorgunin var skipið siglingar klárt, og slapp úr dokkini aftur sama dag.