Nýggj telefonmóttøka í sølubúðunum hjá MEST – vit svara beinanvegin!

Sølubúðirnar og goymslurnar á MEST hava fingið eina nýggja telefonmóttøku (call-center), ið tryggjar at tínir fyrispurningar um vørur og tænastur verða svaraðir beinanvegin. Hervið tryggja vit okkum at tú altíð fært skjóta avgreiðslu hjá okkum. 

Í hesum sambandi hava sølubúðirnar fingið eitt felags beinleiðis telefonnummar 301234, ið svarar allar yrkadagar frá 08.00 - 16.10. Lætt at minnast: 30-1-2-3-4.  Somuleiðis er teldupost avgreiðslan styrkt á: sales@mest.fo
Aftaná vanliga arbeiðstíð svarar Vakttelefonin framvegis á tel. 791100.  

 

Sølubúðin / Goymslan í Tórshavn, Skála og Runavík

Mánadag - Fríggjadag  
Kl 08.00 - 16.10 
+298 301234 

Aftaná vanligu upplatingartíðir: 
+298 79 11 00 

Fyrispurningar umvegis teldupost, verða skjótt svaraðir á:  
sales@mest.fo