Nýggi sleiparin hjá Mest lossaður á sjógv

Í dag kom nýggi sleiparin hjá skipasmiðjuni Mest til Føroyar. Hann kom við farmaskipinum Calypso, og nú seinnapartin varð hann loraður á sjógv við molan í Havn.

Mest skrivaði í januar mánaða undir keypssáttmála av hesum 26 metra langa og 8 metra breiða sleiparanum, sum skal røkja sleipara og loðsuppgávur fyri Mest, men eisini kann brúkast til bjargingaruppgávur, eitt nú eldsløkking.

Samson, sum sleiparin skal eita, hevur eina tógmegi upp á 40 tons.

 

 

kelda: portal.fo