Norðlýsið sjósett á tillagaða bedingsvognin hjá MEST í dag

Eftir nærum 400 dagar í byggihøllini hjá MEST var Norðlýsið sjósett í dag. Í hesum sambandi var høvi at royna bedingsvognin hjá MEST, sum nú er tillagaður til at taka minni skip og tvíkiljur á ein ómakaleysan hátt inn í byggihallirnar – og útaftur.
Hetta eydnaðist sera væl við Norðlýsinum og vóru útgerðarmaðurin á Norðlýsinum Frank Djurhuus Jakobsen og skipstimburmaðurin Gudmundur Sjúrðason Norðbúð vælnøgdir við sjósetingina.

Her er video av løtuni tá Norðlýsið var sett á vognin og annars myndir av sjósetingini. Menninir á myndin í høllini eru Frank Djurhuus Jakobsen, útgerðarmaður á Norðlýsinum og Gudmundur Sjúrðason Norðbú skipstimbrari sum hevur staðið fyri umvælingini.

Norðlýsið fer í gongd við vanliga virksemi í apríl mánaði.