Norðborg í dokk á Skála

Norðborg fór fyrrapartin á dokk á Skála. Talan er um klassing sum skal gerast fimta hvørt ár.

Nótaskipið hevur verið á londuveiðu í íslendskum sjógvi og nú tann kvotan er liðug fiskað gekk leiðin í gjár móti Skála.

Væntandi verður Norðborg á Mest á Skála í umleið eina viku, og so verður kósin sett móti Klaksvíkini, har gerast skal klárt til svartkjaftaveiðu.

Skipið fer til fiskiskap aftur um tvær til tríggjar vikur, upplýsir Eyðun Rasmussen, reiðari.

 

kelda:portal.fo