Miðvík handað Bakkafrost

Tann eina av tveimum nýggjum tvíkiljum, sum er og verður bygd á Mest í hesum døgum, varð handað Bakkafrosti í dag.

Eini 150 fólk høvdu leitað sær oman á maskinverkstaðin hjá Mest í Havn, har skipað var fyri lítlari samkomu á middegi. Jón Purkhús, sum er deildarleiðari fyri aliøkið norður hjá Bakkafrosti, tók ímóti.

Arbeiðið uppá tvíkiljurnar báðar byrjaði 16. august í 2016, og fyri einari viku síðani varð fyrsta tvíkiljan, við navninum Miðvík, sjósett. Síðani tá hevur verið arbeitt við at fáa skipið heilt liðugt, og eitt nú er krani settur í og royndartúrar eru gjørdir.

Miðvík er 15,34 metrar til longdar og 8 metrar breið, og kemur at virka út frá Norðdepli.

Tíðliga seinnapartin varð kósin sett móti Hvannasundi.

 

Kelda: portal.fo

 

Myndasavni hjá Portalinum