MEST styrkir førleikar á Eldeildini

10 fólk starvast í dag á el-deildini á MEST. 8 av hesum vóru nú um dagarnar á 4 daga skeiði í PLC skipanum og Frekvens umformarum. Hetta fyri at tryggja, at MEST alsamt er í fremstu røð og hevur teir neyðugu førleikarnar fyri at nøkta tørvin á marknaðinum.

Síðani Pauli Jarnskor tók við sum leiðari á Eldeildini á MEST í desember 2015 eru ymisk tiltøk sett í verk fyri at umlaga og styrkja deildina. Fleiri fólk eru komin og førleikarnir styrktir.

Tað var Søren Nørgård Andersen frá Schneider í Keypmannahavn, sum stóð fyri skeiðnum, sum var hildið á El-deildini. Skeiðið var ein blandingur millum teori og verkligar venjingar.

Myndirnar vísa, at menn vóru hugsavnaðir og ágrýtnir.