MEST søkir skrivstovulærling

Vit kundu hugsað okkum at fingið ein ágrítnan, nærlagdan og álítandi skrivstovulærling til okkara fíggjar- og fyrisitingardeild.

Vit ætla at tú í lærutíðini, fært eitt breitt innlit í skrivstovuarbeiði, og kemur eisini at hava ávísa ábyrgd av ymiskum uppgávum innan bókhald og skrivstovuøki.

MEST er ein fjøllbroytt fyritøka, ið eisini er staðsett á ymiskum støðum. Tú skalt tí eisini vera við uppá at flyta teg runt í fyritøkuni eftir tørvi. Ein partur av læruni, verður eisini at arbeiða hjá Pam Offshore Service, ið er eitt dótturfelag hjá MEST.

 

  • Tú hevur áhuga í bókhalds- og fyrisitingararbeiði, og ert sinnað/ur at læra og vaksa við uppgávuni.
  • Tú hevur eina miðnámsútbúgving, hevur telduførleika og førleika at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum/norskum og enskum.
  • Tú hevur góð samstarvsevni, dámar at arbeiða saman við øðrum og at taka ábyrgd, og geva eitt sindur eyka, tá tørvur er á tí.

 

MEST er ein spennandi fyritøka í støðugari menning. Vit veita tænastur til fiskivinnuna, alivinnuna, byggivinnuna, og fyritøkur á landi, umframt at vit eisini hava fleiri útlendskar kundar.

MEST er staðsett í Tórshavn, Skála og Runavík. PAM Offshore Service er dótturfelag hjá MEST, ið veitir handverkarar og elektrikarar til on- og offshore vinnuna í Noreg, og er staðsett í Tórshavn.

 

Umsóknir, við avriti av prógvum og viðmælum, skulu sendast okkum í seinasta lagi fríggjadag 9 August 2019, og skulu sendast við telduposti til aka@mest.fo

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna K. Abrahamsen, roknskaparleiðara, á tlf. 791120 ella teldupost aka@mest.fo

Starvið verður sett skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tórshavnar Skipasmiðja - NB1 - 1940 - Vón
Tórshavnar Skipasmiðja - NB - 1945 - Norðlýsið
Tórshavnar Skipasmiðja - NB3 - 1946 - Norðberg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB4 - 1950 - Kúrberg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB5 - 1957 - Búgvin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB6 - 1959 - Másin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB7 - 1961 - Porkeningur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB8 - 1962 - Víkingur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB9 - 1963 - Porkerisnes
Tórshavnar Skipasmiðja - NB10 - 1964 - Oknin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB11 - 1967 - Smyril
Tórshavnar Skipasmiðja - NB12 - 1968 - Norðvíkingur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB14 - 1968 - Hvítanes
Tórshavnar Skipasmiðja - NB15 - 1970 - Vesturland
Tórshavnar Skipasmiðja - NB16 - 1971 - Nýborg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB17 - 1972 - ESSO Føroyar
Tórshavnar Skipasmiðja - NB18 - 1973 - Fyvla
Tórshavnar Skipasmiðja - NB19 - 1973 - Geira
Tórshavnar Skipasmiðja - NB20 - 1973 - Fylga
Tórshavnar Skipasmiðja - NB20 - 1973 - Thora
Tórshavnar Skipasmiðja - NB13 - 1975 - Skúmarin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB22 - 1977 - Váðasteinur
previous next