Mest skal byggja tvær tvíkiljur afturat

Mest skal byggja tvær tvíkiljur afturat til Bakkafrost Eftir at hava bygt tvær tvíkiljur seinastu mánaðirnar á Skipasmiðjuni hjá MEST í Havn er sáttmáli í dag undirskrivaður um at byggja tvær tvíkiljur afturat til Bakkafrost

MEST hevur seinastu mánaðirnar staðið fyri bygging av tveimum tvíkiljum til Bakkafrost. Tann eina varð latin í februar og tann seinna verður latin nú um miðjan mars. Alt arbeiði er gjørt í Føroyum – eisini skrokkurin. Báðar tvíkiljurnar eru latnar til avtalað tíð og góðsku.

- Tann nýggja tvíkiljan Miðvík hevur roynst væl og hevur ligið serliga væl í sjónum – eisini í vánaligum veðri”, sigur Jón Purkhús, deildarleiðari fyri aliøkið norður hjá Bakkafrost.

Tær nýggju tvíkiljurnar, sum verða nýbygningur 111 og 112 á MEST, eru ávikavist 15 m long og 7 metrar breið og 14 m long og 6 metrar breið . Tær verða útgjørdar við MELCAL kranum og ávikavist 450- og 370 HK høvuðsmoturum, einum 70 kW hjálpimotori og ávikavist 15 og 10 tons deksspølum. Tvíkiljurnar verða útgjørdar við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

- Aftaná at hava bygt tvær tvíkiljur seinastu mánaðirnar eru vit sera fegin um at fáa møguleikan at byggja tvíkiljur afturat. Hetta er sera umráðandi fyri føroyskt handverk og er við til at styrkja um okkara førleikar innan økið”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.