MEST sjósetur arbeiðsflaka til Marine Harvest

Arbeiðsflaki verður í dag latin Marine Harvest av MEST skipasmiðjuni í Havn. Talan er um ein flaka á 25 metra longd og 9 metra breidd. Útgerð verður í næstum sett á arbeiðsflakan. MEST hevur staðið fyri øllum stál og málingaarbeiðinum.