Mest og P/F Líðin undirskrivað sáttmála um skiftan av høvuðsmotori og hjálpimotorum

Tíðindaskriv 14 juni 2018

 

Mest og P/F Líðin í Kollafirði undirskrivaði í vikuni avtalu um at skifta høvuðsmotorin og báðar generatoreindirnar (hjálpimotorarnar) á trolaranum Arctic Viking M/tr. Talan er um eina stóra verkætlan, sum væntandi fer at taka góðar tveir mánaðir ella so.

Arbeiðið verður væntandi framt við endan av hesum árinum ella í byrjanini av komandi ári. Arbeiðið verður gjørt á Mest Tórshavn.

Høvuðsmotorurin verður ein Wartsila 6L 32 og generatoreindirnar av merkinum Cummins Model QSK19-DM.

“Vit á MEST eru sera fegin um at taka á okkum eina so umfatandi uppgávu fyri reiðaríið Líðina, sum vit hava samstarvað við í mong ár”, sigur Mouritz Mohr, stjóri í stuttari viðmerking.

Arctic Viking M/tr er smíðaður á Langsten Skipasmiðjuni í Noregi í 1986 til Líðina P/f, og hevur sostatt verið á somu hondum í samfull 32 ár.  Trolarin er í dag einasti trolarin í føroyska rækjuflotanum.