Á MEST líður væl við stóru kistunum

Í samband við útbyggingina av Tórshavnar Havn er J&K Petersen í gongd við at stoypa nakrar tvær stórar kistur í dokkini hjá MEST á Skála . Tær skulu standa við endan á grótkastinum, sum er lagt út nú.

Kisturnar eru 18 metrar í diametur og ávikavist 18 og 14,5 metrar høgar.  Myndamaðurin var framvið dokkini hjá MEST á Skála í seinastu viku og tók hesar myndir.

Sum sæst er arbeiði um at verða liðugt.

myndir: Ólavur Frederiksen

kelda: vp.fo