MEST latið tvíkiljuna Mjølnir til Marine Harvest í dag

Tíðindaskriv frá MEST 26 juni 2018 

 

“Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Tvíkiljan var latin til tíðina – ja heilar 2 dagar áðrenn tíðina”, sigur Árni Thomassen, Tekniskur leiðari á Marine Harvest.

Henda fyrsta tvíkiljan frá MEST til Marine Harvest, bleiv handað Hans Jákupi Mikkelsen, stjóra í morgun.

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið Mjølnir, er bygd til aliøki í Sundalagnum og fær heimstað í Haldórsvík. Mortan Andreassen verður skipari á tvíkiljuni. Seinasta hálvtannað árið hevur MEST latið 4 tvíkiljur frá Skipasmiðjuni í Havn til Bakkafrost og er hetta sostatt tann fimta í røðini.

Á samkomu í nýumvældu matarhøllini hjá MEST vóru eini 100 fólk savnaði til eitt hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Marine Harvest fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav rós til starvsfólkini á MEST fyri væl úr hondum greitt arbeiði. Lykilin til tvíkiljuna bleiv síðani handaður Martini Hansen, sum er formaður fyri alingina í Haldórsvík

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 114 á MEST, er 15 m long og 7 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við einum stórum MELCAL krana av støddini 50 tm, einum 2x457 HK Cummins høvuðsmoturi, einum 113 kW Cummins hjálpimotori og 15 tons deksspæli við moonpool. Sum nakað nýtt í mun til aðrar tvíkiljur hevur Mjølnir fingið ísett eina lásiskipan til íbinding av ketum frá aliringum. Hetta ger tað munandi lættari og tryggari hjá manningini at arbeiða við ringunum. Skipanin er av slagnum Aukra Safelink 10 tons. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.