MEST í Danmark og gjørt umvælingar

Eitt toymi frá MEST var á Lindø skipasmiðjuni í Danmark í samband við umvælingararbeiði á Smyril seinastu vikurnar sigur Mest í tíðindaskrivi.

Sjey mans frá skipasmiðjuni MEST hava seinastu vikurnar verið í Danmark í samband við viðlíkahaldsarbeiði á Smyrli. Hetta vóru langir dagar, har menn arbeiddu 12 tímar hvønn dag – og loystu uppgávurnar uppá styttri tíð enn ætlað.

Arbeiðið fevndi um týdningarmiklar partar av útgerðini hjá Smyrli – eitt nú:

- Klassing av reduktiónsgervi og yvirháling av OD. boxum í samband við skrúvurnar

- Veitt nýggjar pakkdósir til skrúvuakslar

- Veitt lutir og umvælt dekkspøl

- Veitt lutir í samband við umvæling av bógskrúvum

- Veitt og ísett desorbarar til reinsan av stevnirørsolju

- Veitt og skift Vulkan kobling millum gervið og høvuðsmotor 1

 

Sum myndirnar vísa vóru menn til dystin fús og vóru afturboðanirnar frá leiðandi starvsfólkum á skipasmiðjuni sera ja-ligar. Millum annað varð nevnt, at MEST toymið framdi arbeiðið innan munandi styttri tíð enn teir vóru vanir við á Lindø.

Smyril er nú byrjaður uppá sigling aftur millum oyggjarnar.

 

Kelda: portal.fo