MEST 17,8 mió kr í avlopi eftir skatt í 2015

Góða gongdin innan skipasmiðjuøkið hjá MEST heldur á eins og seinastu árini. Umsetningurin hjá samtakinum er øktur úr 314 mió kr í 2014 til 327 mió kr í 2015. Hetta skrivar MEST í tíðindaskrivi
 
Sambært MEST fylgir gongdin hjá PAM Offshore Service gongdini hjá oljuvinnuni, og er bæði umsetningur og ársúrslit lækkað. PAM hevði tó eitt yvirskot á 1,7 mió kr í 2015.
 
MEST samtakið fevnir um MEST skipasmiðjur í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM Offshore Service, sum veitir arbeiðsmegi til frálandavinnuna í Noregi. 
 
Hóast umsetningurin hjá PAM Offshore Service er lækkaður er tað eydnast samtakinum at økja um virksemi innan hini virkisøkini soleiðis, at samlaða gongdin er nøktandi. Árúrslitið hjá MEST var sostatt 17,8 mió kr eftir skatt í 2015.
 
- Vit fegnast um, at okkara kundar í øktan mun velja at fáa teirra uppgávur loystar á MEST. Hettagevur okkum bæði hug og dirvi til at gera íløgur í framtíðina. Fyri at styrkja um tænastustøðið gera vit í næstum íløgur í ein størri sleipibát og í innilokan av dokkini á Skála”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.
 
Í MEST samtakinum starvast omanfyri 300 starvsfólk.
 
 
kelda:portal.fo