Maskinsmiðir til MEST á Skála

Vegna økt virksemi verður søkt eftir maskinsmiðum til MEST á Skála. Talan er um alt vanligt smiðjuarbeiði.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um stálumvælingar og maskinarbeiði umborð á skipum og á virkjum.

Førleikar

Viðkomandi útbúgving og royndir innan arbeiðsøkið.

Starvið, løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru í samráð við MEST.

Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Meira at vita

Ynskir tú fleiri upplýsingar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johan Hentze , rakstrarleiðara á tlf. 791134.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 22. mai 2016 og sendast við telduposti til: johan.hentze@mest.fo

 


MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAMOffshore Service, sum hevur starvsfólkí oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 300 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.