Maskinsmiðir til MEST í Runavík

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum maskinsmiðjum til MEST í Runavík – at byrja skjótast gjørligt

 

Smiðir í Runavík

Vegna økt virksemi verður søkt eftir smiðjum, ið vilja taka ábyrgd í arbeiðinum. Arbeiðið fevnir fyrst og fremst um at menna og umvæla framleiðsluútgerð til virkir og skip. Uppgávurnar fevna millum annað um:

  • Arbeiði við rustfríum stáli – konstruktión úr plátum, rørum og profilum í ymsum tjúgdum
  • Stálumvælingar og maskinarbeiði á virkjum og umborð á skipum
  • Annað mekaniskt arbeiði
     

Tín fasti arbeiðsstaður verður í Runavík. Tó kann væntast, at tú skalt loysa uppgávur aðrastaðni í landinum.

 

Førleikar

Viðkomandi útbúgving og royndir innan arbeiðsøkið er ein fyrimunur.

 

Starvið, løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru í samráð við MEST. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

 

Meira at vita

Ynskir tú fleiri upplýsingar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal Jákup Vilhelm, rakstrarleiðara á tlf 791195 ella umvegis teldupost danjal.jakup.vilhelm@mest.fo.

 

Umsókn

Umsókn kann sendast við telduposti til danjal.jakup.vilhelm@mest.fo - í seinasta lagi mánadagin hin 30 juli 2018.