MASKINSMIÐIR TIL MEST

Søkt verður eftir maskinsmiðjum,  ið vilja taka ábyrgd í arbeiðinum

Innihaldið í starvinum er í høvuðs heitum vanligt viðlíkahald av skipum, eitt nú:

  • Umvæling og nýgerð av hydraulik útbúnaði
  • Umvæling av spølum og kranum
  • Leggja rør og íbinda til hydraulikskipanir
  • Annað mekaniskt arbeiði

FØRLEIKAR
Viðkomandi útbúgving og royndir innan arbeiðsøkið. Skipasmiðuroyndir eru ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Starvið, løn og setanartreytir Løn og setanartreytir eru í samráð við MEST. Størvini verða sett í januar 2020.

Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mouritz Mohr, stjóra á tlf 791130 ella á teldupost mm@mest.fo

UMSÓKN
Freistin at søkja er 5 januar 2020. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal sendast við t­posti til: berghild.jacobsen@mest.fo