Maskinsmiðir til MEST

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum maskinsmiðjum til MEST á Skála og í Tórshavn

 

Maskinsmiðir í Havn og á Skála

Søkt verður eftir maskinsmiðjum, ið vilja taka ábyrgd í arbeiðinum. Innihaldið í starvinum er í høvuðsheitum vanligt viðlíkahald av skipum, eitt nú:

 

  • Umvæling og nýgerð av hydraulik útbúnaði
  • Umvæling av spølum og kranum
  • Leggja rør og íbinda til hydraulikskipanir
  • Annað mekaniskt arbeiði

 

Førleikar

Viðkomandi útbúgving og royndir innan
arbeiðsøkið. Skipasmiðuroyndir eru ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

 

Starvið, løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru í samráð við
MEST. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

 

Meira at vita

Ynskir tú fleiri upplýsingar ert tú vælkomin
at seta teg í samband við Bjarna Prior, Verkætlanarleiðara
á tlf 791133 ella á teldupost bjarni.prior@mest.fo

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og møguligum
ummælum, skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 9 juli og
sendast við telduposti til: berghild.jacobsen@mest.fo