Maskinsmiðir og lærlingar til MEST

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum maskinsmiðjum og

lærlingum innan maskinfakið til MEST á Skála og í Tórshavn

 
Maskinsmiðir í Havn og á Skála

 

Søkt verður eftir maskinsmiðum, ella handverkarum
innan maskinfakið, sum eftir tørvi
eisini kunnu taka sær ábyrgd av at vera
sjakkformenn
og veruliga vilja taka ábyrgd í
arbeiðinum. Innihaldið í starvinum er í
høvuðsheitum vanligt viðlíkahald av skipum,
eitt nú:
 
  • Umvæling av motorum
  • Umvæling av pumpum
  • Umvæling av hydraulik útbúnaði
  • Rørarbeiði nýtt og umvæling
  • Nýgerð av hydraulik útbúnaði
  • Útrustan av nýbyggningum
  • Umvæling av spølum
  • Aksiltrekk
  • Annað mekaniskt arbeiði
 

Førleikar

Viðkomandi útbúgving og royndir innan
arbeiðsøkið.
Skipasmiðuroyndir eru ein
fyrimunur, tó ikki treyt.
 

Starvið, løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru í samráð við
MEST. Størvini verða sett skjótast gjørligt.
 

Meira at vita

Ynskir tú fleiri upplýsingar ert tú vælkomin
at seta teg í samband við Mouritz Mohr,
stjóra á tlf. 791130.
 

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og møguligum
ummælum, skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi sunnudagin 27. januar 2017
 
 
 
Maskinsmiðjulærlingar
– Skála og í Havn

 

Vit ynskja, at tú minst hevur 9, floks
fráfaringarroynd fólkaskúlans og at tú:
  • hevur áhuga í maskinfakinum
  • ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiðið
  • hevur góð samstarvsevnir
  • ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi
  • ert framfýsin og ágrýtin
  • ynskiligt at tú hevur koyrikort til bil og trukk
  • klárur til at arbeiða yvirtíð,tá ið á stendur
 

Vit bjóða

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í
alsamari menning, og sum saman við
undirvísing á tekniska skúla gevur eina
haldgóða útbúgving. Vit hava eitt gott
arbeiðsumhvørvi har tú fært møguleika
fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.
 
Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum
góðkendur handverkari innan maskinfakið.
Tú kanst eisini sum maskinsmiður fara
undir framhaldsútbúgving sum t.d:
Maskinmeistari
Framleiðslutøkningur
Verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið)
 
Sí annars nærri um útbúgvingina undir
 
Løn og setanartreytir eru sambært
sáttmálanum millum Føroya handverkarafelag
og Landsfelag Handverkaranna.
 
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til
Mouritz Mohr á telefon 791130.
 
Umsóknir og cv skulu sendast til
mm@mest.fo í seinasta lagi sunnudagin
27. januar 2017.