Kom í handverkslæru á MEST

Maskinsmiðjulærlingar til MEST Runavík og MEST Skála at byrja 1 apríl 2021

 

Vit ynskja, at tú minst hevur 9. floks fráfaringarroynd fólkaskúlans og at tú:

- hevur áhuga í maskinfakinum
- ert álítandi og tekur ábyrgd av tínum arbeiðið
- hevur góð samstarvsevnir
- ert arbeiðssamur, røkin og fyrikomandi - ert framfýsin og ágrýtin

 

Vit bjóða

Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í alsamari menning, og sum saman við undirvísing á tekniskum skúla gevur eina haldgóða útbúgving. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið.
Tú fært gott innlit í maritima virksemið, og kemur at veita tænastur til kundar á sjógvi og landi, har okkara virksemi umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi.
 
Um spurningar eru kann ringjast til Dánjal Jákup Berg í Soylu, rakstrarleiðara, tlf. 791231.
 
Umsókn við prógvum, lívrensli og møguligum ummælum, skal verða okkum í hendi seinast 12. mars 2021

 

Útbúgving:

Yrkisútbúgvingin er skipaða soleiðis, at
skift verður millum verkliga læru á MEST og
skúlagongd á yrkisskúla.
Lærutíð: 4 ár – harav 55 vikur í skúla.
Læruplássið er í MEST samtakinum.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

 

Framtíðarmøguleikar:

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sumgóðkendur maskinsmiður.
Tú kanst eisini sum maskinsmiður fara
undir framhaldsútbúgving sum t.d:
Maskinmeistari
Framleiðslutøkningur
Verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið).

 

Sí annars nærri um útbúgvingina undir www.yrkisdepilin.fo ella www.glasir.fo.

 

Løn og setanartreytir eru sambært
sáttmálanum millum Føroya handverkarafelag
og Landsfelag Handverkaranna.

 

sok_starvid_mr.png          sok_starvid_ms.png