Innkeypari til MEST

MEST hevur tørv á einum innkeypara, sum kemur at arbeiða á innkeyps- og logistikk økinum hjá MEST.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um

  • At útvega tilboð og hava samskifti við veitarar
  • At keypa inn vørur til goymslu og verkætlanir
  • At samskipa frakt og skjøl í hesum sambandi
  • At skráseta vørur
  • At gera avtalur við veitarar

Tú hevur tætt samskifti við aðrar deildir á MEST, verkætlanarleiðarar, søludeild og goymslu – umframt uttanhýsis veitarar og flutningsfeløg.

Útbúgving/royndir

Tú hevur royndir við innkeypi og/ella logistikk, og helst royndir við innkeypi av tekniskum vørum og lutum, men hetta er tó ikki ein fortreyt um tú hevur rætta hugburðin. Ynskiligt er, at tú hevur hóskandi útbúgving. Dugir at arbeiða við teldu og at málbera teg á enskum og føroyskum í skrift og talu.

Vit vænta at tú:

  • hevur tekniskan og maritiman áhuga
  • ert ágrýtin og arbeiðsom/samur
  • ert sinnað/ur at arbeiða “skeivar tíðir”
  • ert væl skipað/ur
  • hevur góð evnir at samskifta

Setanartreytir

Starvið verður sett sum skjótast. Høvuðsarbeiðsstaður verður í Tórshavn, men nakað av arbeiðstíðini verður á Skála og í Runavík.

Spurningar

Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Richard Mortensen, Sølu og Innkeypsleiðara á tlf. 791158, ella til rmm@mest.fo.

Seinasta freist at søkja starvið er 20 Mai 2022.

sok_her.png

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 500 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.