Í læru á MEST?

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum lærlingum at
byrja 1. august 2016. Søkt verður eftir 4 lærlingum – einum
lærlingi til stálskipasmið og einum lærlingi til sveisara til
MEST á Skála og til MEST í Havn
 
Stálskipasmiður  – lærlingur
 
 

Sergrein undir útbúgvingini

Kleinsmiður

 
Stálskipasmiðir fáast fyrst og fremst við
at byggja stálskip, men gera eisini arbeiði á
virkjum og innan flutning og byggivirksemi.
Arbeiði fevnir millum annað um at gera
konstruktiónir til og úr plátum, rørum og
profilum í ymsum tjúgdum.
 

Útbúgving

Yrkisútbúgvingin er skipaða soleiðis, at
skift verður millum verkliga læru á MEST og
skúlagongd á yrkisskúla.
Lærutíð: 4 ár – harav 55 vikur í skúla.
Læruplássið er í MEST samtakinum.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
 

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
 
 
Sveisari – lærlingur
 
Sum sveisari abeiðir tú við at gera tilskeringar
og evna til rættar-, skráar- og
heildarskurð
í plátur, rør og tvørskurðir.
Eisini arbeiðir ein sveisari við at leggja til
rættis og gera einfaldar
framleiðsluupgávur,
handliga eins væl og við maskinum, at
leggja til rættis og gera skap í plátu-, rør- og
stáltvørskurðum. Tú lærir at sveisa innan
elektrodu-, MIG- og MAG sveising o.s.fr.
 

Útbúgving

Yrkisútbúgvingin er skipað soleiðis, at
skift verður millum verkliga læru á MEST og
skúlagongd á yrkisskúla.
 
Lærutíð: 2½ ár – harav 35 vikur í skúla.
Læruplássið er í MEST samtakinum.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
 

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
 

 

Framtíðarmøguleikar
Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum
góðkendur stálskipasmiður ella sveisari.
 
Tú kanst eisini sum Stálskipasmiður fara
undir framhaldsútbúgving sum t.d:
  • bullet2.png Maskinmeistari
  • bullet2.png Framleiðslutøkningur
  • bullet2.png Verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið)
 
Sí annars nærri um útbúgvingina undir
 
Løn og setanartreytir eru sambært
sáttmálanum millum Føroya handverkarafelag
og Landsfelag Handverkaranna.
 
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til
Mouritz Mohr á telefon 791130
 
Umsóknir og cv skulu sendast til
mm@mest.fo í seinasta lagi hósdagin 30.
juni 2016.