Í læru í MEST Runavík?

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum lærlingum at byrja í febuar 2017.
Søkt verður lærlingum til maskinsmið innan metalyrkið til MEST í Runavík
 
Maskinsmiðir – lærlingar

 

Maskinsmiðir arbeiða fyrst og fremst við at
menna og umvæla framleiðsluútgerð til virkir
og skip.
Arbeiði fevnir millum annað um at gera
konstruktiónir til og úr plátum, rørum og
profilum í ymsum tjúgdum.
 
Útbúgving
Yrkisútbúgvingin er skipaða soleiðis, at
skift verður millum verkliga læru á MEST og
skúlagongd á yrkisskúla.

 

Lærutíð: 4 ár – harav 55 vikur í skúla.
Læruplássið er í MEST samtakinum.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

 

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

 
Framtíðarmøguleikar
Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum
góðkendur maskinsmiður.
Tú kanst eisini sum maskinsmiður fara
undir framhaldsútbúgving sum t.d:
Maskinmeistari
Framleiðslutøkningur
Verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið)
 
Sí annars nærri um útbúgvingina undir

 

Løn og setanartreytir eru sambært
sáttmálanum millum Føroya
handverkarafelag og Landsfelag
Handverkaranna.
 
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til
Dánjal Jákup Vilhelm á telefon 791195
 
Umsóknir og cv skulu sendast til
djv@mest.fo í seinasta lagi hósdagin
27. januar 2017.