HTU fólk til NB113 verkætlanina

HTU stendur fyri Heilsa, Trygd og Umhvørvi

MEST er størsta skipasmiðjusamtak í Føroyum. Samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni. Serliga í Norra. Samtakið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Yvir 400 starvsfólk eru í starvi í samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir.

NB113 er størsta verkætlan hjá MEST nakrantíð. Verkætlanin er at byggja nýggja havrannsóknarskipi til Havstovuna.

Vit leita eftir einum HTU starvsfólki, ið skal vera við til at verkætlanin á tryggasta hátt kann greiðast úr hondum, og at arbeitt verður samsvarandi teim Heilsu-, Trygdar- og Umhvørviskrøvum, ið sett eru til verkætlanina. Annars alt arbeiði, ið knýtt er at almenna HTU-politikkinum hjá MEST. HTU fólkið skal leypandi veita verkætlanar- og HTU-leiðararanum kunning um trygdarstøði og møguligar avbjóðingar hesum viðvíkjandi. So at øll trygdarkrøv, ið sett eru verða fylgd.

ARBEIÐSØKI
Sum HTU fólk hevur tú ábyrgdina av:

  • At fylgja neyvt við HTU viðurskiftunum í verkætlanini
  • At fylgja arbeiðinum umborð og kringumstøðunum, og neyvt skráseta møgulig frávik og óynsktar hendingar
  • At skipa fyri HTU-kunning og skráseting av fólki sum arbeiða umborð
  • At luttaka í HTU-fundum og skriva frágreiðingar
  • Kunnað undirveitarar, og tess starvsfólk um HTU arbeiði í.s.v. NB 113 og hjá MEST P/f
  • Annað fyrifallandi arbeiði

 

HTU fólkið vísir til HTU-leiðaran hjá MEST. Tú hevur tætt samskifti við starvsfólk runt í fyritøkuni og við undirveitararnar í NB 113 verkætlanini

TÍN VANGAMYND
Tú hevur hóskandi útbúgving og viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú hevur gjarna royndir og virðing fyri  HTU-arbeiði. Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt sinnalag og dugir væl at arbeiða saman við øðrum. Tú ert nærløgd/-lagdur og er von/vanur at halda tíðarfreistir. Tú hevur góð evni at samskifta og samstarva og útyvir føroyskt eisini kann samskifta á enskum.

Á KT økinum er tað umráðandi, at tú ert kring/kringur í MS Office (Outlook, Word, Excel, Planner). Annars skipa vit fyri neyðugari upplæring

Starvið, løn og setanartreytir
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Arbeiðsstaður er á Skála.

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Møguleiki er fyri framhaldandi HTU-, ella øðrum starvi í MEST samtakinum eftir at NB113 verkætlanin er liðug

Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Hansen, HTU-leiðara á tlf. 79 11 59.

Umsókn
Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 10. august 2019 og sendast umvegis teldupost til: berghild.jacobsen@mest.fo

Tórshavnar Skipasmiðja - NB1 - 1940 - Vón
Tórshavnar Skipasmiðja - NB - 1945 - Norðlýsið
Tórshavnar Skipasmiðja - NB3 - 1946 - Norðberg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB4 - 1950 - Kúrberg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB5 - 1957 - Búgvin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB6 - 1959 - Másin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB7 - 1961 - Porkeningur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB8 - 1962 - Víkingur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB9 - 1963 - Porkerisnes
Tórshavnar Skipasmiðja - NB10 - 1964 - Oknin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB11 - 1967 - Smyril
Tórshavnar Skipasmiðja - NB12 - 1968 - Norðvíkingur
Tórshavnar Skipasmiðja - NB14 - 1968 - Hvítanes
Tórshavnar Skipasmiðja - NB15 - 1970 - Vesturland
Tórshavnar Skipasmiðja - NB16 - 1971 - Nýborg
Tórshavnar Skipasmiðja - NB17 - 1972 - ESSO Føroyar
Tórshavnar Skipasmiðja - NB18 - 1973 - Fyvla
Tórshavnar Skipasmiðja - NB19 - 1973 - Geira
Tórshavnar Skipasmiðja - NB20 - 1973 - Fylga
Tórshavnar Skipasmiðja - NB20 - 1973 - Thora
Tórshavnar Skipasmiðja - NB13 - 1975 - Skúmarin
Tórshavnar Skipasmiðja - NB22 - 1977 - Váðasteinur
previous next