Hans á Bakka verður nú gjørdur um

Smiðir hjá Mest á Skála eru nú farnir undir at gera umvælingar umborð á framkomna brunnbátinum hjá Bakkafrost, Hans á Bakka.

 

Í sambandi við, at væl útgjørda skipið í alt størri mun verður brúkt í stríðnum móti laksalús, skal kapasiteturin at reinsa fiskin fyri lús økjast. Hetta verður gjørt í sambandi við, at Hans á Bakka skal til regluligt eftirlit. 

 

 

Portalurin 13.07.16