Fyrra tvíkiljan frá MEST flotað í morgun

Fyrra tvíkiljan til Bakkafrost flotað í morgun. Tvíkiljan, sum hevur bygginummarið 109 verður løgd við bryggju í Havn har ymiskt smáarbeiði verður liðugt gjørt. Maskin-, el- málinga-  og apteringsarbeiði er í høvuðsheitum liðugt. Tá tvíkiljan er flotað verður deksútgerð sum eitt nú krani og spæl sett umborð – og allar skipanir royndarkoyrdar.
 
Tvíkiljan hjá Bakkafrost hevur fingið navnið Miðvík við heimstaði í Klaksvík. Arbeiðsøkið verður í Norðoyggjum. Skipið verður latið Bakkafrost um miðjan februar.
 
Hetta er fyrra tvíkiljan, sum MEST smíðar til Bakkafrost. Næsta tvíkiljan er væntandi liðug um ein mánaða ella so. Alt arbeiði er gjørt í Føroyum – eisini skrokkurin.