Framløga um nýtt rannsóknarskip

Møguleiki verður fyri at hoyra um nýggja rannsókarskipið á einari framløgu í skúlanum á Skála fríggadagin. Luttakararnir verða Leon Smith, leiðari á teknisku deild á Havstovuni, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Sunvard Joensen, verkætlanarleiðari á MEST. Áhoyrararnir fáa høvi at seta spurningar, skrivar Havstova Føroya.

Tiltakið er partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu og verður fríggjadagin 27. apríl í Skála skúla.

Føroya Landsstýri hevur gjørt sáttmála við MEST um at byggja skipið. Skrokkurin, sum verður bygdur á skipasmiðju í Litava, verður liðugur á sumri 2019. Síðani verður hann sleipaður til Føroya inn á Skála, har skipið verður gjørt liðugt og leverað á sumri 2020.. 

 

kelda: portal.fo