Formaður til Maskindeildina á MEST í Tórshavn

Spennandi avbjóðing í eini av Føroya størstu tænastufyritøkum.

ARBEIÐSØKI

Sum formaður á Maskindeildini í Tórshavn hevur tú ábyrgdina av maskinverkstaðnum og teimum handverkarum og lærlingum ið har starvast. Tú hevur tætt samskifti við kundar, samstarvsfeløg og starvsfelagar í fyritøkuni. Starvið er skipað við tveimum formonnum, sum í tøttum samstarvi hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum av maskinverkstaðnum og hava ábyrgdina av bilum, vinnutólum, og amboðum sum hoyra til deildina. 
Høvuðsábyrgdin hjá formanninum fevnir millum annað um: 

·         Skipa dagliga raksturin av verkstaðnum í tøttum samstarvið við aðrar deildir í MEST samtakinum.

·         At fyrireika, leiða og luta út arbeiðsuppgávur til handverkarar, lærlingar og serfrøðingar á verkstaðnum.

·         At luttaka í at gera tilboð, fyrireika og skipa uppgávur í tøttum samstarvi við verkætlanarleiðarar hjá MEST, kundar og starvsfelagar,

·         At skriva frágreiðingar og vera við til at gera upp sakir, eftirmeta og avhenda uppgávur.

·         At tryggja HTU- og Góðsku tilvitan, og at starvsfólk á verkstaðnum trívast og mennast
Starvsstaðurin er Maskindeildin hjá MEST í Havn, men roknast kann við uppgávum á øðrum deildum hjá MEST. Formaðurin á Maskindeildini vísir til rakstrarleiðaran hjá MEST. 

TÍN VANGAMYND

Tú hevur viðkomandi útbúgving og  kunnleika til skip, skipsútbúnað og/ella annan viðkomandi tøkniligan førleika. Tað er ynskiligt at tú hevur  kunnleika til Office-pakkan & Navision á brúkarastøði, men hettar er tó ikki eitt krav. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert skipaður hóast nógvar uppgávur eru í senn, og dugir at samstarva.

Vit bjóða

Eitt arbeiðspláss har dygd, trygd og trivnaður er í hásæti.
Starvsfólk sum brenna fyri sínum uppgávum og eru sera dugnalig.
Góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga, persónliga og í leiðslu.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum og annars eftir nærri avtalu.

Meira at vita

Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Dánjal Jákup Berg í Soylu, rakstrarleiðara, tlf. 791231.

Umsókn

Umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12.Mars 2021 
Vit ynskja, at nýggi leiðarin byrjar í starvinum skjótast gjørligt.
 

sok_starvid.png