Á ferð við Jákup Sverra á Skálafjørðinum

Petur Háberg Jacobsen nevndarformaður og ein av eigarunum í P/F MEST Shipyard:

Hettar er eitt einastandandi gott og ljóðleyst skip. Ein góð kensla at sita her ídag og síggja flotta úrslitið.

Vit fingu møguleikan at bjóðað uppá at byggja hettar stásiliga skip og tóku av at leggja eitt boð inn, sum vit vunnu. Tað í sær sjálvum at vit vunnu útbjóðingina vísir bara at vit føroyingar enn hava førleikan og tað vitanina, sum skal til fyri at fara undir eina so umfatandi verkætlan.

Úrslitið vit síggja ídag talar fyri seg og vísir dugnasemi í okkum føroyingum har vit hava víst at vit í felag klára at lyfta slíkar avbjóðandi uppgávur, sum eitt slíkt, so teknist skip sum Jákup Sverri er.

Tað kunnu vit føroyingar verða ernir av.

Jákup Sverri er ein fyrimynd hvat vit føroyingar megna at byggja í framtíðini leggur hann afturat.