Ert tú MASKINMEISTARI og heima inn í millum?

Parttíðarstarv – maskinøki á Mest

MEST bjóðar nú parttíðarstarv til okkara góða fólk, sum er úti í heimi ein part av árinum og so heima í nakrar vikur.

Vit ímynda okkum, at tú brúkar ein part av tíðini, sum tú ert heima, til at arbeiða við spennandi avbjóðingum á MEST á Skála ella í Havn. Hvussu nógva tíð tú velur at brúka verður avtalað so hvørt.

Lat okkum frætta frá tær við at senda ein

teldupost til Mouritz.Mohr@mest.fo.

So venda vit aftur og fáa eitt stutt prát.

Vit gleða okkum til at frætta frá tær.


MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólkí oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Gott og væl 300 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.