Dokkhøllin tryggjar javnt arbeiði alt árið

Við dokkhøllini vónar MEST at fáa fleiri kundar eins og útlendsk skip hendanvegin. Høllin verður góðar 40 metrar til hæddar og 129 metrar til longdar. Arbeiðsumstøðurnar gerast munandi betri enn í dag og verður tí lættari at draga at sær starvsfólk innan ymiskar fakbólkar. Á borgarafundi á Skála 23 mai kunnaði Mouritz Mohr, stjóri á MEST um ætlanina.